Vestmannabjørgini
Bjóða einum vini við á ein epic túr undir Vestmannabjørgini.
Saman við Gutta Winther og RFF hava vit ment ein spildurnýggjan kokkteyl, sum heldur tær væl koyrandi til veitlsuna.
Vit hava gjørt ein rúsfrían kokkteyl saman við Gutta Winther og Ráðnum fyri Ferðslutrygd við eini leskiligari samanrenning av rabarbum, hvonn, stjørnuanis og ingifersodavatn.
Trýst á 'Les meira' fyri at vera við í kappingini
Tekna teg til lim í Liv lívið her.
Liv lívið. 100% til staðar. Beint her og beint nú - uttan rús! Uppliv alt tað tað, tú kanst! Ansa eftir tær sjálvum og teimum, tú elskar. Stuttleika tær – ver eitt sindur øðrvísi. Far út og ger mistøk – tí tað fert tú at gera hóast alt. Njót lívið og nýt allar møguleikar til at læra okkurt á vegnum. Tú skal ikki vera fullkomin, so ikki brúka orku upp á tað – tor at vera tú! ☺️ hetta er tað, sum Liv Lívið verkætlanin snýr seg um.
Vit hava gjørt ein nýggjan rúsfrían kokkteyl saman við Gutta Winther og Ráðnum fyri Ferðslutrygd við smakkinum av føroyskum sumri.
Rúsdrekka er meira skaðiligt fyri ung, tí heilin ikki er fult mentur fyrr enn vit eru yvir 21 ára gomul.
Ung ofta halda, at teirra vinir drekka meira og oftari enn tey sjálvi. Hetta kann hava við sær, at tann ungi økir um nøgdina av rúsdrekka fyri at líkjast, tó at veruleikin er ein annar. Hetta kallast 'fleirtalsmisskiljingin'
Hasj er vanaelvandi og kann leiða til angist og angist anføll, anda trupulleikar, hjartabankan og sálarsjúku.