Um verkætlanina
Gransking vísir, at besta rúsdrekka- og rúsevnisfyribyrgingin hjá ungum eru foreldrini. At foreldrini hava greiðar reglur, tora at tosa um evnið og tora at siga nei, kann verja ungdómin frá at koma út í keðiligar støður orsakað av rúsi og kann verja ungdómin ímóti at gerast bundin at rúsevnum/-drekka.
Vit ynskja við hesi heimasíðuni at skapa eitt stað, har foreldur kunnu spyrja um ráð, lesa hvat gransking innan økið mælir til, fáa ráð til hvussu man tosar við ung um rúsevnir/-drekka, og fáa kunning um vandarnar av rúsi frá fólki, ið arbeiða innan økið, eitt nú løgreglu, rúsviðgerarum og fyribyrgingar-ráðgevum.
Høvuðskeldurnar til gransking og tilfar: Av og til, Blái Krossur Føroyar, Blå Kors Norge, Fólkaheilsuráðið, Kræftens Bekæmpelse, og SSP.
Hevur tú ein spurning, eini ráð ella onkra viðmerking, ert tú vælkomin, at seta teg í samband við okkum niðanfyri.