Rúsfrí Barr

Rúsfría Barrin hjá Liv Lívið er ein vognur, sum vit taka við okkum til ymisk tiltøk, festivalar og annað. Rúsfría barrin bjóðar rúsfrí alternativ til tað, ið ein annars kundi ynskt sær at drukkið á tiltakinum, og skumpar á tann hátt trýstið at drekka til viks.

 

ENDAMÁLIÐ:

Okkara endamál er at kunna bjóða alternativ til rúsdrekka á støðum, har rúsurin ofta valdar. Tað skal vera kul at vera rúsfríur, og eigur tað ikki at vera nakað, man skammast av.

Tað tabu, sum í dag er í rúsfríum alternativum ynskja vit at fáa vekk. Tað eigur ikki at vera neyðugt at koma við undanførslum fyri at fáa sær eitt rúsfrítt alternativ, sum at man skal koyra ella man skal tíðliga upp morgunin eftir – vit ynskja at tað gerst ein sjálvfylgja at rúsfría alternativið kemur framum rúsin. Uttan rúsin kann man uppliva alt, stuttleika sær júst, sum man annars hevði gjørt, ansa eftir einum sjálvum og teimum, man elskar, og samstundis vera 100% til staðar – og júst tí er tað kul nokk at vera rúsfríur.

Vit ynskja at síggja ein rúsfrían ungdóm í Føroyum. Hetta trúgva vit kann gerast við upplýsing og vitan, men uttan praksis ber tó onki til. Tí ynskja vit, at upplýsing og praksis ikki er hvør sítt, men at tey bæði hond í hond kunnu gera enn meir og røkka enn longri. Tí er størsta endamálið hjá okkum at vera á staðnum tá tørvurin er størstur, at kunna bjóða alternativ til rúsin, at kunna upplýsa um vandar í rúsinum og ikki minst at vísa á stuttleikan, ið tað rúsfría inniber – at kunna uppliva alt, og vera 100% til staðar.

 

MÁLBÓLKUR:

Vit ynskja at náa øll menniskju, ið eru í vanda fyri at fella í rúsdrekka, og annars gerast bundin at rúsinum. Størsti málbólkurin er tey, ið enn ikki kenna til vandarnar í rúsdrekka. Vit ynskja at lofta teimum áðrenn tey fella í rúsin, og á tann hátt kunna fyribyrgja varðandi binding at rúsdrekka. Eisini ynskja vit at náa tey ið eru fyri bólkatrýsti at drekka. Vit ynskja at kunna bjóða teimum eitt alternativ, uttan at tey skulu føla at tey ikki eru ein partur av restini, tí hini drekka.

Størsta ynskið hjá okkum er at kunna vera við til at broyta føroysku mentanina tá tað viðvíkur rúsdrekka. Vit ynskja at gera tað kul nokk ikki at drekka, og tí er málbólkurin hjá okkum ikki bert tey, sum longu eru rúsfrí. Vit ynskja tí at náa tey, sum ikki kunnu síggja fyri sær ein festival uttan rúsdrekka, og tey, ið ikki síggja fyri sær ein býtúr uttan timburmenn. Vit ynskja at vísa á alternativið – at kunna uppliva alt, og vera 100% til staðar. Tí júst hetta er tað, ið rúsfría alternativið ber við sær.