Espressoskeyk
Liv Lívið og Ráðið fyri Ferðslutrygd hava saman við Gutta Winther gjørt ein spildurnýggjan kokkteyl, sum heldur tær væl koyrandi summarnæturnar. Og tað besta er, at nú kanst tú smakka tær á – og framvegis koyra bil!
Tak niður plakat av Espressoskeyk her
Hetta skalt tú brúka:
1 partur av espresso
3 partar av góðari kakaomjólk
1 partur av søtari, kondenseraðari mjólk*
1 dism av kaneli
Ísterningar
Soleiðis gert tú:
Fyll fyrst martinigløsini við ísterningum fyri at køla gløsini. Lat tey standa eina løtu.
Fyll ein skeykara við øllum, koyr ís í og skeyka, til tað er ísakalt.
Tøm ísterningarnar úr køldu martinigløsunum.
Síðani sílar tú drykkin í gløsini. Tú kanst at enda stroya eitt dism av kaneli oman yvir kokkteylin.
Vælgagnist!
*Søt, kondenserað mjólk, ella Sweetended Condensed Milk, fæst í blikki í flestu stóru matvøruhandlunum. Men tú kanst eisini ómakaleyst gera tína egnu.
Soleiðis gert tú: Til 3 dl av kondenseraðari mjólk tørvar tær ½ litur av bóndamjólk og 200 gramm av rørsukri. Koyr mjólkina og sukrið í eina grýtu og rør saman. Fá blandingina í kók við nógvum hita, meðan tú rørir. Skrúva hitan eitt sindur niður, og lat tað kóka, til umleið helvtin er eftir. Hetta tekur umleið ½ tíma. Rør av og á. Mjólkin skiftir lit og fær hvítt skúm á yvirflatanum. Skúmið tekur tú av so hvørt við einari súpiskeið.
Goym kondenseraðu mjólkina í einum glasi við loki. Hon heldur sær í køliskápinum í eina viku. Kondenseraða mjólkin gerst tjúkkri, tá hon kølnar.
Ársins drykkir frá tveimum teimum síðstu árunum síggjast her: