Hjálp

Kennir tú teg trýstan til at rúsa teg?

Nógv ung føla, at tey mugu drekka til veitslur, festivalar o.a. fyri at vera partur av vinarbólkinum. Onnur uppliva, at tey altíð mugu verja avgerðina ikki drekka. Rúsdrekka/-evnir fylla nógv, tá fólk samlast í Føroyum, og tað leiðir til, at tey, sum av ymsum orsøkum ikki vilja rúsa seg, vera útsett fyri einum trýsti.

Kanska onkur heldur, at tað er løgi, at fólk eru edrú til eitt ball. Onnur føla seg kanska illa, tí tey, ið eru edrú, minnast jú alt, ið hendi orsaka av rúsinum. Tey flestu av okkum gerast ótrygg, tá onkur er øðrvísi enn vit, og tá er skjótt, at ein roynir at trýsta hin til at líkjast sær sjálvum.

At ganga ímóti streyminum er eisini ‘ccol’. Um tú velur at standa ímóti trýstinum, eru tað ofta fleiri, ið síggja upp til og virða tíni val, enn tú kanska leggur merki til.

 

Her eru nøkur góð ráð til at handfara trýsti:

  • Avgerðin er tín – tað er okay at siga nei.
  • Tað er tú, ið avgerð, um tú skalt drekka ella ikki – ikki vinirnir.
  • Fá tær ein vin ella fleiri vinir, ið ikki drekka. Tað er lættari, at siga nei tá man er fleiri.
  • Tak tín egna drykk við – eina sodavatn ella djús – hetta minkar um møguleikan, at nakar bjóðar tær rúsdrekka.
  • Ver virkin til veitsluna/tiltakið. Dansa, tosa við fólk, o.s.fr.
  • Nýt foreldrini sum umbering – sig, at tey koma eftir tær ella at tey sita uppi og bíða eftir tær.
  • Ger teg kláran til at svara spurningum, t.d. ”Hví drekkur tú ikki?”
  • Um tú drekkur, minst so til at drekka nógv vatn.
  • Ansi eftir hvørjum øðrum, og hjálpi teimum, ið gerast full.

 

Hevur tú tørv á at tosa við onkran um rúsevnir/-drekka?

Hevur tú tørv á, at tosa við onkran um egnu rúsnýtslu, rúsnýtslu hjá vinum ella rúsnýtsluna í tínum umhvørvið, ert tú vælkomin at venda tær til okkara og fáa eitt prát.