Tosa við barnið um rúsdrekka og rúsevnir, og gjarna áðrenn tað gerst tannáringur. Samrøðan er best at hava, tá ið barnið sjálvt tekur stig til tað. Jú oftari og meira natúrligt tú tosar við barn títt um rúsdrekka og rúsevnir, lættari verður tað fyri báðar partar. Tað er ongantíð ov tíðliga at byrja samrøðuna um rúsdrekka og rúsevnir, so leingi tú lagar samrøðuna eftir aldrinum. Við at hava eina opna samrøðu vísir tú barni tínum, at tað ikki er nakað, ið er vandamikið at tosa um. Ráð til samtaluna kunnu lesast her.
Foreldur
Nøkur foreldur halda, at tað er trupult at tosa um rúsdrekka og rúsevnir. Summi bera ótta fyri at vera sett andlit til andlits við sínar egnu vanar og óvanar. Men vit sleppa ikki uttanum. Børn okkara mugu hava kensluna av, at vit leggja í tey, og harumframt treingja tey til, at sagt verður sum er. Minst til, at tað er ógvuliga umráðandi at tosa á jøvnum føti við tey ungu.
Ávirkan av rúsdrekka og rúsevnum
Tosa eisini um, hvussu ein kann hava tað stuttligt saman við vinunum uttan rús. Eisini um hvussu rúsdrekka og rúsevni kunnu ávirka vinaløg og parløg. Ofta vita ung ikki, at rúsurin:
- Ávirkar sosialu førleikarnar, ið hava stóran týdning, um man m.a. vil skapa nýggj vinaløg ella parløg.
- Økir um vandan, at man sigur ella ger okkurt, ið man seinni angrar.
- Minkar um orkuna og evnini til at vera nærverandi, tá ein er saman við øðrum.
- At heilin sjálvur kann skapa ‘rúsandi endorfinir’, um man t.d. glaður lurtar eftir tónleiki ella dansar. Hesar ‘rúsandi endorfinirnar’ kunnu samanlíknast við rúsin, ein fær frá rúsdrekka, men hava ikki neiligu ávirkanina, ið rúsdrekka hevur.