Hvussu ávirkar rúsur títt barn?
Rúsdrekka og rúsevnir hava stóra ávirkan á heilan, serliga hjá ungum. Rúsurin ávirkar ymiskar partar, ið kunnu beinleiðis forða menningini hjá tí unga. Gransking vísur, at heilin hjá okkum er ikki liðugur at mennast, fyrr enn vit eru 21 ár. Tað vil siga, at yngri tú ert, størri er vandin fyri at menningin verður ávirkað, og størri er vandin fyri, at tú gerst bundin at rúsinum.
Aldur hevur tí nógv at siga í kjakinum, um nær ein er gamal nokk til at byrja at drekka. Aldursmarkið fyri at keypa rúsdrekka í Føroyum er 18 ár. Heilin er ikki liðugt mentur, tá tú ert yngri enn 18 ár, og víðari menningin kann tí ávirkast stórliga av rúsinum. Í Íslandi er aldursmarkið hækkað til 20 ár vegna tí neiligu ávirkanina, ið rúsurin hevur á ungdómin.
Munurin á at nýta rúsdrekka sum vaksin, og tá heilin enn er í menning, er, at sambond ímillum tey ymsu økini í heilanum ikki eru liðugt knýtt. At rúsa seg sum ungur órógvar tí hesi sambondini av nervalagnum í heilanum og natúrliga samskifti ímillum heilakyknurnar. Nøkur dømir uppá heila funktiónir, ið ávirkast eru:
- Økið, ið stýrir kenslum – kann gerast truplari at stýra eitt nú vreiði
- Økið, ið skapar minnir – at ein ikki minnist, hvat er hent eitt kvøld, er eitt dømi uppá hetta, men hetta kann eisini gerast varðandi
- Økið, ið ger okkum før fyri at hugsa skjótt og taka skjótar avgerðir
- Økið, ið ger okkum før fyri at læra – tað kann ávirka skúlagongd og læringarevnir
- Økið, ið ger okkum før fyri at máta frástøðu og rúmd – so vit megna at ganga og koyra trygt