Innlesur...
Back

Eitt 'recap' av summarinum 2018

Tor at vera tú

Manuel Delgado

"At hjálpa øðrum at liva lívið til fulnar. Tað er ein avbjóðing, sum eg eri við uppá. Eg bjóði tær av til at vera tú!"
Vís video Les meira

Tóta Akursmørk

“Øll stríddust við at finna útav, hvørji tey skulu vera fyri at vera góðtikin av hinum, so eg kom til ta niðurstøðuna, at tað var kanska gott nokk at vera eg.”
Les meira

Ester Skála

“Vita hvat tú ert ímóti. Einasti mátin at vita, hvat tú vilt og hevur hug til, er at vita, hvat tú ikki vilt, og hvat tú ert ímóti”
Vís video Les meira

Visti tú at…

Rúsdrekka er meira skaðiligt fyri ung, tí heilin ikki er fult mentur fyrr enn vit eru um 21 ára gomul.

Hasj er vanaelvandi og kann leiða til angist og angist anføll, anda trupulleikar, hjartabankan og sálarsjúku.

Næstan helvtin av neyðtøkum henda í samband við, at fólk hava rúsa seg.

“Jamen øll hini rúsa seg”

55%

av 15 ára gomlum hava aldrin roynt rúsdrekka.

79%

av ungum, ið drekka, hava verið so full at tey hava gjørt okkurt tey angra.

70%

av ungum millum 16-20 ár hava ikki roynt hasj.

90%

av ungum millum 16-20 ár hava ikki roynt onnur stoffir.

Tekna teg sum lim

Tú kanst blíva partur av Blákross Ungdómi við at tekna teg sum lim her.

Les meira

Um verkætlanina

Liv lívið. 100% til staðar. Beint her og beint nú uttan rús! Uppliva alt tað, tú kanst! Ansa eftir tær sjálvum og teimum, tú elskar. Hav tað STUTTLIGT – ver eitt sindur ørvísi. Far út og ger nakrar feilir – tí tað kemur tú at gera hóast alt. Njót lívið og nýt allar møguleikar til at læra okkurt á vegnum. Tú skalt ikki vera fullkomin, so ikki brúka orku uppá tað – Tor at vera tú! 😊 Hetta er tað, sum Liv Lívið verkætlanin snýr seg um.

Les meira

Partnarar

Hjálp