Um verkætlanina

Liv Lívið – tað, ið áður var kent undir heitinum BKU – er ungdómsfelagsskapurin hjá Bláa Krossi Føroya. Vit eru ein felagsskapur fyri allar Føroyar, ið virkar fyri okkara ungu – vit eru ung, ið ynskja at hjálpa ungum.

Okkara størsta mál er upplýsing. Vit ynskja at upplýsa um vandar, ið rúsdrekka hevur við sær, men meir enn tað ynskja vit eisini at útføra upplýsing til praksis. Tí er Liv Lívið at síggja á flest øllum festivalum í Føroyum, har vit koma væl mannað at hjálpa, har tað er tørvur á tí. Vit ynskja at vera ein felagsskapur, ið er opin fyri øllum fólkum, uttan at síggja dømandi uppá nakran. Líka mikið átrúnað, húðarlit ella seksualitet, so taka vit í móti øllum við opnum ørmum. Vit standa klár við okkara bingju, har tað er møguligt at koma inn í eina hugnaliga rúsfría stovu mitt á festivaløkinum at slappa av, ella við rúsfríu barrini, har man kann fáa sær ein góðan rúsfrían drykk afturvið tónleikinum.

Tað tabu, sum í dag er í rúsfríum alternativum ynskja vit at fáa vekk. Tað eigur ikki at vera neyðugt at koma við undanførslum fyri at fáa sær eitt rúsfrítt alternativ, sum at man skal koyra ella man skal tíðliga upp morgunin eftir – vit ynskja at tað gerst ein sjálvfylgja at rúsfría alternativið kemur framum rúsin. Uttan rúsin kann man uppliva alt, stuttleika sær júst, sum man annars hevði gjørt, ansa eftir einum sjálvum og teimum, man elskar, og samstundis vera 100% til staðar – og júst tí er tað kul nokk at vera rúsfríur.

Vit ynskja at síggja ein rúsfrían ungdóm í Føroyum. Hetta trúgva vit kann gerast við upplýsing og vitan, men uttan praksis ber tó onki til. Tí ynskja vit, at upplýsing og praksis ikki er hvør sítt, men at tey bæði hond í hond kunnu gera enn meir og røkka enn longri. Tí er størsta endamálið hjá okkum at vera á staðnum tá tørvurin er størstur, at kunna bjóða alternativ til rúsin, at kunna upplýsa um vandar í rúsinum og ikki minst at vísa á stuttleikan, ið tað rúsfría inniber – at kunna uppliva alt, og vera 100% til staðar.

Avgerðin er tín

Nógv ung kenna seg uttanfyri, um tey ikki rúsa seg. Summi halda seg ikki vera ‘cool’, um tey eru rúsfrí. Onnur kenna seg trýstan til at rúsa seg. Onnur dáma ikki seg sjálvan, uttan tey eru rúsað– tora ikki at vera seg sjálv. Onnur hava tað trupult við at hava tað stuttligt uttan rús.

  • Vit ynskja at verða ein stuðul hjá tær, ið kennir teg uttanfyri, tí tú ikki rúsar teg, ella kennir teg trýstan til at rúsa teg
  • Vit vilja vísa á, at tú kanst gott vera rúsfrí/ur og cool
  • Vit ynskja at hjálpa tær at tora at vera tú – tú ert nóg góð/ur , sum tú ert. Tær tørvar ikki ein rús
  • Vit ynskja at vísa á, at tú kanst hava tað stuttligt og vera við uppá tað uttan at rúsa teg.