Fyri at vera partur av felagsskapinum
Rúsdrekka ger, at tú gerst minni afturhaldandi og gevur eitt størri sjálvsálit, soleiðis at tað t.d. kennist lættari at koma í samband við onnur. Tó drekkur ein stórur partur av ungum fyri at blíva góðtikin og sostatt verða ein partur av einum felagsskapi. Ungum tørvar felagsskap, og tey fara har, tey sleppa uppí. Umframt felagsskap við onnur ung hevur tann ungi tørv á kærleika, umsorgan og viðurkenning í viðkvomu tannárunum.
Tey vilja líkjast hinum
“Øll hini drekka” verður ofta hoyrt, tá ein spyr ung, hví tey drekka. Flest ung hava ein tørv á at líkjast, teimum tey fylgjast við, og tá vinfólk byrja at drekka, vilja tey eisini. Ein megintáttur, tá ið tað snýr seg um rúsdrekkanýtslu hjá ungum, er teirra fatan av, at “øll hini drekka”, og eisini hvussu nógv verður drukkið. Hetta seinna verður eisini nevnt „fleirtalsmisskiljingin“. Ung halda ofta, at hini hava drukkið fleiri eindir. Tað kemst av, at nøkur reypa av, hvussu nógv tey hava drukkið í vikuskiftinum. Tað er sjáldan eftirfarandi, men tað er við til at økja um nýtsluna, tí tey ungu vilja liva upp til nøkur óverulig mál. Vanligar misskiljingar eru:
• Øll hini drekka nógv í veitslum
• Øll hini halda, at tað er í lagi at nýta rúsdrekka
• Øll hini sleppa at vera seint úti
• Øll hini foreldrini keypa rúsdrekka til veitslurnar
• Øll hini sleppa at sova hjá vinfólki
• Øll hini sleppa í „foreldraleysar“ veitslur
https://www.youtube.com/watch?v=p6Tr0hebhnc
Fyri at gloyma teirra trupulleikar
Summi drekka fyri at gloyma sínar trupulleikar. Hetta kunnu vera trupulleikar, sum tann ungi sjálvur kennir til, ella sum hann ikki kennir til. Dømir um trupulleikar, sum kunnu vera kendir av tí unga, eru sosialur angist, tunglyndi og so framvegis, meðan dømir um ókendar trupulleikar kunnu vera ávísir tilstandir ella sálarsjúkur, sum ikki eru staðfestar ella ikki hava víst seg í lívinum enn. ADHD, PTSD, skizofreni o.s.fr. eru dømir um sálarsjúkur, sum kunnu vera til staðar uttan at blíva uppdagaðar, fyrr enn persónurin er blivin eldri.
Talan er ikki beinleiðis um, at ung byrja at drekka og rúsa seg grundað av tilvitaðum ella goymdum tilstandum, hvørt teir eru mildir ella álvarsligir. Men tá tann ungi, sum kanska hevur hesar trupulleikar, kennir á sær, vitandi ella óvitandi, at okkurt broytist inni í sær sjálvum til tað betra, so kann hettar leiða til eitt trupult samband við rúsdrekka og onnur rúsevnir.