Mytir og fakta

Tað finnast nógvar mytur viðvíkjandi ungum og rúsdrekka/-evnum. Her kanst tú lesa um, hvat gransking sigur um m.a. at geva ungum rúsdrekka, og um hassj er vanabindandi. Ungdómar hava ongar royndir við rúsdrekka/-evnum  og kenna ikki egnar greinsur. Tí hevur tað alstóran týdning, at vit sum foreldur, avvarðandi, ítróttarvenjarar og onnur vaksin tosa við ungdómar okkara um rúsdrekka og rúsevnir, og at vit tora at seta greiðar reglur. Foreldur eiga at tora at seta mørk, og gransking vísur, at ung eru eldri tá tey byrja at drekka og drekka minni nøgdir, tá ið greiðar reglur eru settar.