Innlesur...
Back

Hvat kann eg gera?

Sum foreldur ella vaksin stendur man ofta hjálparsleysur og veit ikki hvat man kann gera. Her eru nøkur ráð til hvat tú sum vaksin kanst gera og siga við ungdómin.

Visti tú at…

Rúsdrekka er meira skaðiligt fyri ung, tí heilin ikki er fult mentur fyrr enn vit eru um 25 ára gomul.

Hasj er vanaelvandi og kann leiða til angist og angist anføll, anda trupulleikar, hjartabankan og sálarsjúku.

Næstan helvtin av neyðtøkum henda í samband við, at fólk hava rúsa seg.

Mytir og fakta

Tað finnast nógvar mytir viðvíkjandi ungum og rúsdrekka. Her kanst tú lesa um hvat gransking sigur um m.a. at geva ungum rúsdrekka og um hasj er vanabindandi.

Les meira

Hví drekka ung?

Tað finnast nógvar grundir til hví ung drekka: 1) ein stórur partur av ungum, ið drekka fyri at blíva góðtikin, og sostatt verða ein partur av einum sosialum felagsskapi, 2) summi drekka eisini fyri at yvirvinna sítt smædni, 3) nógv drekka fyri at hava tað stuttligt og 4) summi drekka fyri at hava tað gott og gloyma tað trupla.

Les meira

“Jamen øll hini rúsa seg”

55%

av 15 ára gomlum hava aldrin roynt rúsdrekka.

79%

av ungum, ið drekka, hava verið so full at tey hava gjørt okkurt, ið tey angra.

70%

av ungum millum 16-20 ár hava ikki roynt hasj.

90%

av ungum millum 16-20 ár hava ikki roynt onnur stoffir.

Um verkætlanina

nænæjnj

Hjálp