Heilt appilsinfríur

Blái Krossur Føroya og Ráðið fyri Ferðslutrygd hava gjørt ein leskiligan rúsfrían kokkteyl saman við Gutta Winther. Drykkurin er ein leskilig samanrenning av rabarbum, hvonn, stjørnuanis og ingifersodavatn. 🤩🍹 Navnið er Heilt appilsinfríur og hann er sera vælsmakkandi. So nú kanst tú smakka tær á – og framvegis koyra bil. 🚗

Hetta skalt tú brúka til 4 kokkteylar:

  • 175 g reyðar, smáttskornar rabarbur
  • 50g rørsukur
  • 2,5 dl vatn
  •  1 stjørnuanis
  • Ísterningar

SOLEIÐIS GERT TÚ
Kóka upp. Skrúva niður. Lat smákóka í 15 min. Síla frá og goym kalt. Ómakaleyst!

Forkunnugt hvannsukur

Tú kanst gera drykkin uppaftur leskiligari við hvannsukur:

  • 1 dl rørsukur
  • 1 stelk av hvonn við bløðum

SOLEIÐIS GERT TÚ
Skálda hvonnina í 15 sekund og legg hana so í ísakalt vatn. Turka og blenda hana við sukrinum. Set ovnin á 50 stig at seinturka hvannsukrið í 4 tímar, til tað er stadnað. Klumpast tað, mjølvar tú tað sundur í blendaranum aftaná. Forkunnugt!

Smakkurin av føroyskum sumri

Fyll 4 coupé-gløs við ísterningum fyri at køla gløsini. Koyr ísterningarnar úr køldu gløsunum. Dyppa glasrondina í vatn og síðani í sukrið. Aha – akkurát! Har fórt tú frá heimabartendara til mixolog. Koyr ísterningar, rabarusaft og stjørnuanis í eitt blandiílat og rist tað væl. Nú skeinkir tú rabarbusaft í gløsini og fyllur við ingifer-sodavatn. Frískt og freistandi.

Ger so væl – ein heilt appilsinfríur.

Skál og gott summar! 😀💪🍹

 

Uppskriftina til nýggja drykkin ‘Sýrutripp’ finnur tú her!