Góð ráð til summarið

Um hetta er fyrstu ferð ella fimtu ferð tannáringurin hjá tær fer á ein festival, í býin, á konsert, stevnu ella í veistlu, so kann man sum foreldur uppliva, at man stúrir. Stúrir fyri hvat kann henda, stúrir fyri hvussu nógv verður drukkið og stúrir fyri øðrum, ið kann freista tey ungu.

Ung rúsa seg minni, tá foreldur seta greið mørk

Gransking vísur, at besta fyribyrgingin eru foreldrini. At tú tosar við títt barn um tín hugburð til rúsdrekka og rúsevnir kann hava stóra ávirkan, og tí hevur hetta prátið stóran týdning – sjálvt um tað kann vera eitt trupult evni at taka upp.

-Ráð til hvussu man hevur samtaluna kunnu lesast her!

 

Her eru níggju ráð, ið tú kanst geva tínum tannáringi til summarið, um tú væntar, at hann/hon fer at smakka sær á:

  1. VATN – Drekk nokk av vatni. Rúsdrekka er dehydrerandi og tí hevur tað enn størri týdning enn vanligt at minnast til vatn.
  2. MATUR – Rúsdrekka ávirkar í størri mun, um magin er tómur. Tað er eisini størri møguleiki fyri, at man spýr/fær kvalma, um man ikki hevur etið. Tað hevur tí týdning at minnast til at eta, serliga um man er á einum festivali, ið varðir í fleiri dagar.
  3. VINIR – Ansið væl eftir hvørjum øðrum. Minn hvønn annan á at drekka og eta. Fá fatur á einum samaritti, um onkur er avdottin, og man ikki fær samband við viðkomandi.
  4. FESTIVALAR – Tú skalt megna at halda út í fleiri dagar – spar uppá krútið.
  5. SÓL – Sól og hiti fáa alkoholið at virka eyka sterkt, og í Føroyum kemur sólin ofta óvart á okkum. Hav sólkrem við og aftur her, minst til vatn – hitin dehydrerar.
  6. GÓÐA LAGIÐ – Ansa væl eftir, at lagið í teltinum/veitsluni er gott. Drekk minni og slepp tær undan óneyðugum klandri.
  7. EINDIR – Tað verður rátt vaksum til at drekka í mesta lagi fimm eindir til eina veitslu. Bið tey minnast til hetta.
  8. ALDUR  – Minst til, at tú skalt vera 18 ár fyri at keypa rúsdrekka. Hetta er eisini galdandi, tá tú ert á einum festivali.
  9. AVTALUR -Fortel, um tú stúrir fyri festivalinum/veitsluni. Tosið saman um rúsdrekka, geri nakrar avtalur um t.d. “at tú kanst ringja um tær tørvar eitthvørt” ella “ring eftir mær tá tú skalt heim”.

Lesa meira um ungdóm og rús á síðuni.