Bingjan
Liv Lívið Bingjan er ein bingja, sum í gjøgnum eitt summar er at síggja á flest øllum festivalum í Føroyum. Bingjan er í gjøgnum árini vorðin eitt væl kent stað, sum øll kenna til og elska.
ENDAMÁLIÐ:
Liv Lívið Bingjan er eitt frípláss, har øll skulu kunna kenna seg væl til passar, uttan at kenna seg dømdan. Bingjan er eitt rúsfrítt øki, men ávirkað fólk eru vælkomin framvið – tó uttan rúsdrekka inn við í bingjuna.
Endamálið við bingjuni er at fyribyrgja ungum at drekka, og at skapa eitt frípláss til tey, ið ynskja at sleppa burtur frá trýstinum at skula drekka á festivalunum. Vit rúma øllum fólkum, uttan mun til um tey hava smakkað sær á ella ikki. Hjálparfólkini í bingjuni eru eisini altíð til reiðar at hjálpa teimum, ið eru komin illa fyri av rúsdrekka.
Vit ynskja at skapa eitt umhvørvi á festivalum, har man kann koma uttan at kenna seg dømdan av øðrum. Okkara holdningar mynda ikki hvussu vit fara við teimum, ið koma inn í bingjuna – vit taka í móti øllum við opnum ørmum.
Vit ynskja at liva upp til endamálið hjá Liv Lívið, at upplýsa um rúsdrekka. Hetta gera vit fyrst og fremst við at vísa okkum á festivalum, og at gera Liv Lívið brandið kent í millum ungdóm. Á festivalum bjóða vit kaffi, te, køkur og suppur í bingjuni, fyri at gera bingjuna til eitt fjálgt og trygt umhvørvi fyri ein og hvønn. Samstundis geva vit einnýtis tattoveringar/klistrimerki við Liv Lívið búmerkinum, sum ung kunnu fáa sær. Hetta hevur verið við til, at flestu ung, sum vanliga eru á festivalum nú kenna til Liv Lívið, og kenna bingjuna sum eitt kul stað.