Sýrutripp – soleiðis gert tú

Blái Krossur Føroya og Ráðið fyri Ferðslutrygd hava gjørt ein nýggjan rúsfrían kokkteyl saman við Gutta Winther við smakkinum av føroyskum sumri. 🤩🍹 Navnið er Sýrutripp og hann er lættur at gera. So kanst tú smakka tær á – og framvegis koyra bil. 🚗

Hetta skalt tú brúka til 8 smá gløs:

  • Tveir koppar av sýrum
  • Tveir koppar av vatni
  • Ein koppur av flormelis
  • Ein lime
  • 0,5 l av brúsvatni
  • Ísterningar

Soleiðis gert tú

  1. Blenda sýrurnar við vatni og flormelis til sevjan er knall grøn – uml. 90 sek. í einum góðum blendara.
  2. Síla sevjuna ígjøgnum eina fína sílu og smakka til við saftini frá eini lime.
  3. Fyll gløsini við ísterningum og fyll gott hálvt upp við sevjuni og toppa so við brúsvatni.

Tað er sýrutripp!

Skál og gott summar! 😀💪🍹

 

Uppskriftina til drykkin í fjørð ‘Heilt appilsinfríur’ finnur tú her!