Persónsupplýsingar

Verja av persónligum upplýsingum

Við at skráseta teg til at royna eitt rúsfrítt summar á livlivid.fo gevur tú okkum loyvi til at heinta navn, teldupost og vangamynd frá tínum Facebook vanga.

Tín vangamynd kann vera víst á myndavegginum á livlivid.fo. Annars eru allir aðrir upplýsingar heintaðir í trúnaði, og vit ansa væl eftir teimum. Títt navn brúka vit, tá vit trekkja lut um vinningarnar millum tey, ið hava valt eitt rúsfrítt summar.

Tínir upplýsingar vera eisini brúktir, so tú sært meira viðkomandi lýsingar, tá tú brúkar Facebook. Hetta umfatar lýsingar um Liv Lívið verkætlanina, og er talan ikki um persónligar lýsingar bert til tín, men til øll, sum hava valt eitt rúsfrítt summar.