Tor at vera tú – Tóta Akursmørk
Hví tori eg at vera eg?
Eg hevði lítið sjálvsálit, tá eg var yngri og helt, at eg mátti vera ein ‘villur’ persónur, ein væl umtókt genta fyri at vera góðtikin av øðrum.
Gentur, ið vóru góðtiknar av øðrum, vóru tær penu og klønu. Tær ‘populeru’. Ella tað helt eg, men eg lærdi, at tær gingu við akkurát somu trupulleikum sum eg – einum tørvi á at vera góðtikin av øðrum.
Øll rundan um meg stríddust við at finna útav, hvørji tey skuldu vera fyri at vera góðtikin av hinum, so eg kom til ta niðurstøðuna, at tað var kanska gott nokk at vera eg, ístaðin fyri at royna at vera onkur annar.
Ráð
Tá tú følir trýsti til at vera ‘cool’; pressið til at vera onkur annar enn tú; pressið til at gera okkurt, ið tú kanska ikki hevur so góðan hug til. Hugsa so, at tú ert nóg góð/ur, sum tú ert! Tú kanst gott vera tú. Lurta eftir tær sjálvum og ikki øðrum. Hugsa um, hvat ger teg glaðan og í gott lag. Hugsa um, hvat tú tímir og ikki tímir, og ger eftir tí.
Fá tær vinir, ið hugsa tað sama sum tú. Góðar vinir, ið ikki trýsta teg til at gera ymiskt, ið tú ikki tímir. Vinir, ið stuðla tær í at vera tú, og sum byggja teg upp heldur enn at niðurbróta.