Tor at vera tú

Í Føroyum í dag mást tú altíð hava eina orsøk fyri, hví tú ikki drekkur – hetta ynskja vit at broyta. Tað er okay at lata vera, tí tú ikki hevur hug. Tú hevur valið og vit ynskja, at verða ein stuðul hjá tær, ið møguliga følir teg trýstan til at drekka.

Tú ert virðismikil. Eingin er júst sum tú. Fólk hava brúk fyri tær, tí eingin kann bjóða júst tað tú hevur at bjóða – so vit vilja bjóða tær av til at ‘tora at vera tú’!