Tor at vera tú – Tóta Akursmørk

Hví tori eg at vera? 

Eg hevði ringt sjálvsálit tá eg var yngri og helt, at eg mátti vera ein ‘villur’ persónur, ein populer genta fyri at vera góðtikin av øðrum.

Gentir, ið vóru góðtiknar av øðrum, vóru tær penu og klønu. Tær populeru. Ella tað helt eg, men eg lærdi, at tær gingu við akkurát somu trupulleikum, ið eg gjørdi – einum tørvið á at vera góðtikin av øðrum.

Øll rundan um meg stríddust við at finna útav hvørji tey skuldu vera fyri at vera góðtikin av hinum, so eg kom til tað niðurstøðuna, at tað var kanska gott nokk at vera eg, ístaðin fyri at royna at vera onkur annar.

 

Ráð

  1. Tá tú følir pressi til at vera cool. Pressi til at vera onkur annar enn tú. Pressi til at gera okkurt, ið tú kanska ikki hevur so góðan hug til. Hugsa so, at tú ert góð/ur nokk sum tú ert! Tú kanst gott vera tú. Lurta eftir tær sjálvum og ikki øðrum. Hugsa um hvat ger teg glaðan og í gott lag. Hugsa um hvat tú tímur og ikki tímur og ger eftir tí.
  2. Fá tær vinir, ið hugsa tað sama sum tú. Góðar vinir ið ikki pressa teg til at gera ymiskt tú ikki tímir. Vinir, ið stuðla tær í at vera tú og sum uppbyggja teg heldur enn at niðurbróta.