Tor at vera tú

Føroyum í dag mást tú altíð hava eina orsøk fyri hví tú ikki drekkur – hetta ynskja vit at broyta. Verkætlanin Liv lívið ynskir at broyta hugburðin føroyingar hava til rúsdrekka og rúsevnir – tað er okay at lata vera tí tú ikki hevur hug. Tú hevur valið og vit ynskja at verða ein stuðul hjá tær, ið følir teg trýstan til at drekka.

Tú hevur stórt virði tí eingin er júst sum tú. Fólk hava brúk fyri tær, tí eingin kann bjóða júst tað tú hevur at bjóða – so vit vilja avbjóða teg til at ‘tora at vera tú’!